Soleiðis uppliva børn tryggleika í familjuni

- Tá barnið er trygt, kann tað byrja at kanna ting og umstøður, menna seg, spæla og læra.

Skulu børn trívast og mennast, er avgerandi neyðugt við tryggleika. Børn gerast trygg, tá tey kenna seg sædd, hoyrd og verða vird av teimum vaksnu umsorganarpersónunum í teirra lívi.

 

- Hetta ger, at børn kenna seg ynsktan; tey hvíla í sær sjálvum og eru trygg við sínar umstøður.

 

Tað sigur Gigni, sum veitir heilsutænastur til børn og ung. Tey vísa til ein kanning, sum danska "Børns Vilkår" gjørdi á vári í 2022, og við í kanningini vóru 1153 børn í aldrinum 5-6 ár.

 

- Tá barnið er trygt, kann tað byrja at kanna ting og umstøður, menna seg, spæla og læra. Út frá nevndu kanning hava Børns Vilkår gjørt átta tilmæli, sum eru soljóðandi:

 

* Lurta erftir tínum barni

 

* Slepp tær undan at skeldast, meðan barnið hoyrir

 

* Gev jaliga vegleiðing

 

* Brúka aðrar hættir enn at skelda

 

* Bið um umbering, um tú skeldaði barnið

 

* Royn so vítt sum gjørligt at sleppa undan "timeout"

 

* Raðfest nærveru og samveru við barnið

 

* Hugsa um tína skermnýtslu 

 

Meira um donsku kanningina kann lesast um heimasíðuna hjá Gigni - www.gigni.fo