Folkakirkjan.fo skrivar:
Í einum sorgarbólki møtir tú øðrum, sum hava mist. Tú kanst tosa um alt tað, sum er torført, og hoyra um, hvussu onnur hava tað. Tú kanst finna stuðul og møguligar loysnir til ein broyttan gerandisdag.
Hanus á Gørðum, sjúkrahúsprestur, leiðir bólkin saman við Ann Hermansdóttir, studentapresti.
Tilboðið er ókeypis. Miðað verður eftir at byrjað 30 apríl.
Hevur hetta tín áhuga, kanst tú seta teg í samband við Hanus á Gørðum, tlf. 237346 ella Ann Hermansdóttir 237334.