Standa vit á gáttini til at gerast eitt altjóða universitet?

Á valfundinum í Sjóvinnuhúsinum í gjár varð sagt, at Føroyar kann væntast at gerast partur av Bolognatilgongdini, og harvið eitt altjóða universitet, longu komandi vár. Sjálvt um nógv er hent á hesum fronti, er hetta úttalilsi tó ikki sætt. Men um vit leggja eina greiða ætlan, kunnu vit tó væl gerast partur, innan ikki alt ov langa tíð.

 

 

 

Fortreytir

 

Um vit skulu gerast partur av Bologna, skulu vit fyrst hava fortreytirnar fyri at kunna gerast partur uppá pláss. Her eru tvær fortreytir: onnur at vit verða fevnd av tí evropeisku mentanarkonventiónini (European Cultural Convention) og hin at vit gerast partur av Lissabon konventiónini um viðurkenning av prógvum frá hægri læristovnum (Lisbon Recognition Convention).

 

Umvegis Danmark eru vit fevnd av mentanarkonventiónini, men vit hava enn ikki undirskrivað Lissabonkonventiónina. Tí skal politiskt ynski førast fram um, at hendan konventiónin verður undirskrivað, og at Føroyar harvið bindir seg til at fylgja teimum ásetingum, sum eru í konventiónini.

 

Fyri okkum merkir hetta ítøkiliga, at eitt kontór skal stovnsetast, sum burturav arbeiðir við viðurkenning av útlendskum útbúgvingarprógvum.

 

 

 

Førleikakarmur

 

Eisini skal ein førleikakarmur setast í verk, sum er í tráð við krøvini í Bolognatilgongdini. Her er eitt arbeiði í gongd, sum ikki bert fevnir um hægri útbúgving og Bolognatilgongdina, men um alt útbúgvingarverkið. Arbeiði við førleikakarminum skal tí halda fram.

 

 

 

Góðskutrygging

 

Tann mest umfatandi og fyrisitingarliga tyngsti parturin av øllum krøvunum í Bolognatilgongdini eru krøvini um góðskutrygging.

 

Hóast eitt rimmar arbeiði er gjørt á Setrinum, er hetta bert ein av trimum liðum, sum skulu setast í verk. Hinir báðir liðirnir eru uttanhýsis góðskutrygging og stovnseting av einum stovni ella ráði, ið tekur sær av uttanhýsis góðskutryggingini. Men tá tað kemur til hesi krøv, fyriliggja nakrar avbjóðingar, sum krevja at vera loystar uppá ein skynsaman og haldgóðan hátt, sum hóskar seg til okkara samfelag. 

 

Ásetingarnar í Bolognatilgongdini krevja, at ein eftirmetingarstovnur verður settur á stovn, men fylgja vit hesum krøvum bókstavliga, fáa vit ikki eina haldgóða loysn tí at:

 

  1. Skipanin verður ov tung og kostnaðarmikil, í mun til tað arbeiði, sum stovnurin skal gera
  2. Tað verður ov torført at finna fólk við serkunnleika innan slíka góðskutrygging, og hesir førleikar vera eisini torførir at uppbyggja
  3. Av tí at vit einans hava eitt universitet, skal stovnurin einans gera sítt arbeiði 4. hvørt ár, sum er eitt ov tunt grundarlag til at kunna uppbyggja ein veruligan serkunnleika inni í einum slíkum stovni

 

Tað finnast tó aðrir mátar at loysa hesa uppgávu, sum tó krevja eina politiska viðgerð. Ein loysn kundi verið, at Føroyar 4. hvørt ár keypa sær hesa tænastu frá einum tílíkum útlendskum stovni. Ein onnur kundi verið, at Føroyar fer í samstarv við eitt annað land um hesi viðurskiftini.

 

 

 

Niðurstøða

 

Verið eg valdur, fari eg at virka fyri at:

 

  1. Føroyar undirskriva Lissabonkonventiónina, og at Vegleiðingarstovan fær ábyrgdina av at viðurkenna útlendsk prógv. Hetta liggur tætt uppat tí virksemi, sum longu er á Vegleiðingarstovuni, og kann gera hana betri føra fyri eisini at viðurkenna prógv hjá útlendingum, sum longu búleikast í Føroyum
  2. Arbeiðið við førleikakarminum verður avgreitt
  3. Føroyar fara í samstarv við Ísland um uttanhýsis góðskutrygging, har vit í samráð við Ísland gerast fevnd av teirra skipan við einum føroyskum umboði

 

Terji Beder

 

Valevni fyri Javnaðarflokkin