Starvsdagar á Tangavirkinum

Starvsfólkið á Tangavirkinum er farið í jólafrí. Tí varð sum vant skipað fyri eini hugnaløtu.

 

Harumframt vórðu 3 starvsfólk heirað við starvsdøgum.

 

Teir, sum høvdu starvsdag í 2024 vóru: Poul Augustinussen, sum hevði 35 ára starvsdag.

 

Uni Hammer Egilsnes, sum hevði 25 ára starvsdag, og Jákup Petur Joensen, sum eisini hevði 25 ára starvsdag.

 

Mortan Mortensen, stjórin, segði nøkur góð orð um hesar álitismenninar, og takkaði teimum fyri stórt trúfesti og teirra stóra arbeiði fyri Tangavirkið. Hjartaliga til lukku allir.

 

Síðan vórðu gávur og blómur handaðar, skrivar Tangavirkið á sínum vanga á facebook.