Víkingur skrivar soleiðis í kvøld:
Víkingur og Stefan Radosavljevic hava skrivað undir ein tvey ára sáttmála.
Stefan er uppvaksin í TB, men hevur eisini leikt fyri bæði HB og B36. Seinast spældi Stefan tó við Sligo Rovers í Írlandi. Stefan er 24 ára gamal og spælir mest á framrættaðu plássunum.
Stefan er føddur í Serbia, men hevur føroyskt pass. Hann er uppvaksin í Føroyum og til stuttleikar kann nevnast, at hann er sonur Sasha, sum spældi við GÍ í 1999, har hann skoraði 14 mál í 20 dystum.
Vit síggja Stefan sum ein styrk til hópin og gleða okkum at síggja hann í ljósabláu troyggjuni.
Vælkomin Stefan!