Stoltenberg ávarar Kina

Í dag visti New York Times at siga, at Kina hevur selt dronur og lutir til dronur til Russlands fyri meira enn 12 miljónir dollarar, eftir at landið gjørdi innrás í Ukraina.

 

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, kom í dag við einari ávaring til Kina um ikki at lata Russlandi deyðilig vápn.

 

Hetta gjørdi hann, tá hann í dag legði fram ársfrágreiðingina hjá verjusamgonguni, Nato.

 

- Vit hava eingi prógv sæð um, at Kina letur Russlandi deyðilig vápn, men vit hava sæð tekin um, at hetta hevur verið eitt ynski hjá Russlandi.

 

Nato-aðalskrivarin segði eisini, at ynskið hjá Russlandi hevur verið til umhugsunar hjá kinesisku myndugleikunum.

 

- Kina eigur ikki at lata deyðiliga hjálp til Russlands, tí tað er at stuðla einum ólógligum kríggi, segði Jens Stoltenberg við tíðindafólk í Brüssel.

 

Í dag visti New York Times at siga, at Kina hevur selt dronur og lutir til dronur til Russlands fyri meira enn 12 miljónir dollarar, eftir at landið gjørdi innrás í Ukraina.

 

Í løtuni vitjar kinesiski forsetin, Xi Jinping, í Russlandi, har hann hevur samrøður við forseta Russlands, Vladimir Putin.

 

Við sær hevur Xi Jinping eitt uppskot í 12 punktum um vápnahvíld í Ukraina, men enn er einki frætt um, hvat úrslitið verður av hesum.