Stoltenberg: - Putin má steðgast

- Eingin veit, hvussu kríggið endar, men vit vita, at tað, sum verður sagt við eitt samráðingarborð, avhongur av gongdini á hermótinum, sigur Jens Stoltenberg.

Á einum podkasti hjá Center for a New American Security sigur Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, soleiðis:

 

- Ukraina hevur nú venjing og vápn, sum Nato-lond hava latið. So, nú megnar Ukraina at taka aftur fleiri landaøki.

 

Og Nato-aðalskrivarin leggur aftrat:

 

- Eingin veit, hvussu kríggið endar, men vit vita, at tað, sum verður sagt við eitt samráðingarborð, avhongur av gongdini á hermótinum.

 

Jens Stoltenberg leggur dent á, at neyðugt er at styrkja ukrainsku støðuna á hermótinum, soleiðis at gongdin í krígnum tryggjar, at Ukraina framhaldandi verður eitt sjálvstøðugt land.

 

- Vladimir Putin má ikki vinna kríggið, leggur Nato-aðalskrivarin aftrat.