294 nýggj akfør eru seld í Føroyum ársins fyrstu mánaðir. Tað eru 97 færri enn sama tíðarskeið í fjør, sum er ein afturgongd upp á 24,8 prosent.
Størsta afturgongdin í tølum eru persónbilarnir. 66 bilar færri eru seldir. 220 í mun til 286 í fjør. Tað er tað sama sum 23 prosent.
Eisini eru færri vøruvognar seldir. Har er afturgongdin 27,4 prosent.
Eisini eru nógv færri prutl seld í ár í mun til í fjør. Higartl í áru eru seld fýra prutl í mun til 21 í fjør. Tað er ein afturgongd upp á 81 prosent.
##med2##