Í dag, leygardagin 10. juni, er føroysk útisetastevna í danska høvðusstaðnum.
Føroyskur matur og heilstoktur súggrísur við sjógarmálan og stuttlig spøl eru á skránni saman við felagssangi við gittara og harmoniku, linedansi, heimabakað, barr, Champions Leauge finala og dansur.
Heitið er Atlantic Airways Regatta 2023 við dupultum fyriskiparum - Róðrarfelagið Knørrur úr Hvidovre frá 2002 og Róðrarfelagið Neystið í Íshøj frá 1987, har tiltakið verður.
Minst fýra føroyskar útisetamannningar tjóstartaðu tíðliga í morgun eftir ætlan frá Refshaleøen og rógva saman í gjøgnum Keypmannahavns havn í 24 km.
Hendan maritima konvoy telur seks føroysk seksmannafør og motorbátur - tey koma til Neystið í Ishøj havn klokkan 16 í dag - ETA: Estimated Time of Approach - tá skipað verður fyri ymiskum undirhaldi í Neystinum og á terrassuni, har tey lova 22 hitastig í skugganum og sól.
Klokkan 14 byrjar hugnaløtan við sølu av føroyskum viðskera á breyð og heilstokt grísasúgv, grillpylsur við tilbehoyr tá ymisk stuttlig spøl og kappingar vera á skránni umframt tónleikur, heimabakað og kalt at drekka á hugnaligu terrassuni hjá Neystinum í Ishøj havn á Tankloppen 6.
Ókeypis atgongd og øll eru vælkomin.
Linedansur er á skránni við instruktørum og rungandi felagssangur við gittara og harmoniku saman við lutasegðlum við góðum vinningum.
Klokkan 21 møtast fótbóltsspælarnir á ovastu hill - Inter Milan og Manchester City tørna saman á stórskíggja í Champions Leauge finalu beinleiðis úr Istanbul saman við barr og dansi um kvøldið. S-tokið koyrir alt døgnið.
Kelda: Edmund S. Jacobsen.
Sí meira á: https://www.facebook.com/events/3395176977397710
##med2##
##med3##