Í kvøld verður eitt brak av einum tónleikakvøldi í mentanarhúsinum SALT á Drelnesi, har fleiri bólkar fara á pall.
Lagt verður upp til eitt av teimum heilt stóru konsertunum við einum okkara egnu, plátuaktuellu Hamradun, skrivar salt.fo.
Hetta er konsertin sum bæði vit og Hamradun hava glett okkum til leingi.
Og fyri at gera gott enn betri kemur ungi powerbólkurin Adrenaline úr Klaksvík at hita upp. Adrenaline tók fleiri av festivalunum í fjør við stormi við teirra orkumiklu framførslum og melodiska rokki.
Tá konsertin er liðug og fólk eru so uppi at koyra at tey ikki vilja heimaftur, so tekur kærleikskongurin Eyðun Nolsøe, sær pent av teimum, saman við bólki sínum, restina av kvøldinum, skrivar salt.fo.