Stórur steinur bóltaði mitt á vegin

Steinurin vigar umleið eitt tons, sigur landsverk – sum eisini ávarar bilførarar í morgun

Hesin bóltaði á vegin í nátt. Myndina tók Landsverk

Nakað eftir midnátt í nátt varð ringt til løgregluna at boða frá, at tað var lopið niður á vegin beint við munnan á Gásadalstunlinum, gásadalsmegin.

 

Landsverk fekk boðini og Árni Jacobsen, økisleiðari, sigur, at steinurin var so stórur, at maskina mátti til at fáa hann burtur.

 

Hann sigur, at maskinførarin metir, at steinurin vigaði umleiðs eitt tons, so  tað var heppið, at eingin fekk hann á seg.

 

Annars regnar av grimd í morgun, og løgreglan sigur, at har hava fleiri fólk ringt at boða frá, at nógv vatn er á vegnum.

 

Men tey vita ikki um nakran skaða. Hinvegis sigur Árni Jacobsen, at tað er rættiliga nógv avfall og at vandi er fyri áarlopi, serliga í norðurøkinum.

 

Tað er eisini vandi fyri, at stórir hyljar eru á vegnum, so hann ávarar bilførarar um at vísa eitt serligt varsemi í morgun.           

 

Hesin bóltaði á vegin í nátt. Myndina tók Landsverk