Stuttligt at byggja føroyskar bátar

Kaj Hammer er fjórða ættarlið av bátasmiðum. Hann væntar ikki at nakar tekur við eftir seg, tí í dag er lítið lønandi at byggja bátar. Fyri nøkrum árum síðani fekk hann eina serliga uppgávu, ein teinæringur skuldi byggjast.

Ein teinæringur er bátur til 20 mans at rógva. Hetta endaðist so mikið væl, at hann bleiv biðin um at byggja ein teinæring afturat. Kaj Hammer er 80 ára gamal og væntar ikki at hann fer at byggja fleiri bátar.

 

 

 

Kaj Hammer byrjaði at smíða bátar í 1971. Hann er uppvaksin við bátasmiði, og er fjórða ættarlið av bátasmiðum.

 

- Pápi smíðaði bát, og verkstaðið hjá honum var spæliplássi hjá okkum. Vit sluppa at brúka øll amboð, og alt sum hann hevði. Allur viður sum leyp av, gjørdu vit okkurt burturúr, sigur Kaj Hammer.

 

Kaj Hammer og hini systkini hjálptu pápanum, tá hann bygdi bátar, tey hildu fyri tá hann klinkaði, og tá hann umvældi sluppu tey at taka bátin sundur.

 

Les longri samrøðu við Kaj Hammer í Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##