Styrkir nevndina við royndum manni úr fíggjarheiminum

Landsstýrismaðurin styrkir um nevndina í Vága Floghavn

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, ið varðar av Vága Floghavn, luttók á aðalfundi hósdagin 18. juni. Hann avgjørdi at styrkja um fíggjarligu førleikarnar í nevndini, við at tilnevna Boga Bendtsen afturat verandi manning.

– Vága Floghavn hevur ætlanir um at gera íløgur fyri 1,3 mia. kr. komandi árini. Hetta er ikki smávegis, men er neyðugt fyri at kunna menna tænastuvinnuna í Føroyum, soleiðis at vit hava fleiri bein at standa á í framtíðini.

– Flogvøllurin skal útbyggjast til at kunna hýsa 1 millión árligum ferðandi, ið út frá einari hóvligari meting longu gerst veruleiki í 2040.   

– Bogi Bendtsen hevur nógvar royndir úr fíggjargeiranum og hevur í SEV arbeitt við stórum verkætlanum seinastu árini. Tí gleðist eg um, at hann hevur játtað ja til at sita í nevndini, sigur landsstýrismaðurin.