Summi skulu fáa 1000 krónur meiri og onnur skulu fáa 500 krónur

Lestrarstuðulin má hækka, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum

Hægri útbúgvingar hava við sær menning og trivnað og sjálvandi skulu vit skapa bestu karmar fyri tey ið vilja nema sær útbúgving í Føroyum.

 

Tað var ein boðskapur hjá Bárði á Steig Nielsen, formanni í Sambandsflokkinum, á landsfundinum hjá flokkinum í Vestmanna.

 

Hann sigur, at samstundis skal leggjast so til rættis, at Fróðskaparsetrið skal verða kappingarført á altjóða støði og tí skal tað støðugt mennast.

 

Men tað er eisini ein sannroynd, at allir prísir eru nógv hækkaðir, men har hevur lestrarstuðulin ikki fylgt við, og tí hava lesandi fingið verri, fíggjarligar umstøður.

 

Tí heldur Sambandsflokkurin, at tey lesandi skulu fáa ein styrk nú prísirnir eru hækkaðir.

 

Sostatt heldur Sambandsflokkurin, at lestrarstuðulin, hjá teimum, sum eru undir hægri lesrtri, skal hækkast 1000 krónur um mánaðin. Og miðnámsskúlanæmingar skulu fáa 500 krónur meiri um mánaðin í stuðuli.