Svartkalvi í Suðurgrønlandi er í menning

Tað gongur væl við fiskiskapinum eftir svartkalva í Suðurgrønlandi, og her halda menn, at árliga kvotan hjá útróðrarmonnum eigur at veksa, soleiðis at veiðan kann tryggjast alt árið.

 

Fiskiskapurin eftir svartkalva í Suðurgrønlandi er í einari positivari gongd, og í summar gjørdi grønlendska landsstýrið av at hækka kvotuna á 420 tons við 350 tonsum aftrat. Hetta er í umsitingarøkinum, Paamiut og Qaqortoq.

 

Endamálið við hækkingini er at tryggja, at útróðrarmenn kunnu fiska alt áirð og fyri at tryggja framleiðsluna á fiskavirkjunum í økinum.

 

Longu miðskeiðis í juli í ár var svartkalvakvotan hjá útróðrarmonnum á 420 tons næstan uppfiskað. Tá vóru bert 19 tons eftir at fiska - ella umleið 15 prosent av samlaðu kvotuni.

 

Tí gjørdi grønlenska landsstýrið av at veksa kvotuna av svartkalva við 350 tonsum, soleiðis at samlaða kvotan í umsitingarøkinum nú var á 770 tons.

 

Hóast hækkingin kom væl við hjá lokalu útróðrarmonnunum í Suðurgrønlandi, halda menn nú, at kvotan av svartkalva fyri árið eigur at verða munandi hægri.

 

Grønlendsk hagtøl siga, at nú eru 65 prosent av kvotuni á 770 tons fiskað, og tí er ivasamt um tey 271 tonsini, sum eru eftir fyri árið 2023, eru nóg mikið til, at veiðan hjá útróðrarmonnum kann halda fram alt árið.

 

##med2##

 

Ein av teimum, sum er í iva, er Ole Jørgen Davidsen, sum bæði er formaður fyri fiski-og veiðimannafelagið í Narsaq og stjórnarlimur í KNAPK, sum er grønlendska fiski-og veiðimannafelagið.

 

Hann letur væl at fiskiskapinum í Narsaq-økinum í summar og sigur, at tað saktans ber til at liva av at fiska svartkalva í Suðurgrønlandi, soleiðis sum veiðan hevur verið higartil í ár.

 

Skal fiskiskapurin hjá útróðrarmonnum eftir svartkalva mennast í Suðurgrønlandi, verður neyðugt at veksa um kvotuna.

 

- Vit vóna tískil, at landsstýrið vil leggja aftrat kvotuni á 770 tons einaferð enn, um tað vísir seg at gerast neyðugt, soleiðis at útróðrarmenn kunnu fiska alt árið, sigur Ole Jørgen Davidsen við Sermitsiaq.

 

 

 

Ole Jørgen Davidsen. Myndina eigur KNAPK.