Svartur roykur reis í morgun úr skorsteininum í Sixtinska kapellinum, og tað merkir, at kardinalarnir enn ikki hava valt nýggjan páva.
Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
Kardinalarnir fóru undir tilgongdina at finna nýggjan páva mikudagin. Teir eru savnaðir í sonevndu konklavuni í Sixtinska kapellinum í Vatikaninum.
Næsti pávin skal hava stuðul frá tveimum triðingum av teimum 133 kardinalunum, sum mynda konklavið.
Ein nýggjur pávi krevur tí stuðul frá 89 kardinalum.
Hevði hvítur roykur komið úr Sixtinska kapellinum, hevði tað merkt, at nýggjur pávi varð valdur.
Kardinalarnir atkvøða fýra ferðir um dagin - tvær ferðir um morgunin og tvær ferðir seinnapartin. Men roykur verður bara sendur upp tvær ferðir um dagin.
Nýggjur pávi tekur við eftir Frans páva, sum doyði annan páskadag. Hann var 88 ára gamal og megnaði at vera leiðari í katólsku kirkjuni í 12 ár.
Miðallongdin á seinastu tíggju konklavunum hevur verið góðar tríggjar dagar, skrivar Reuters. Eingin av teimum tíggju konklavunum vardi meira enn fimm dagar, og tann seinasta konklavan, sum valdi Frans páva í 2013, vardi bert tveir dagar.
Henda konklavan er tann størsta og mest altjóða konklavan nakrantíð. Umleið 70 lond og fimm meginlond eru umboðað.
/Ritzau/