Svenska verjan er komin uppí saman saman við donsku verjuni at hava eftirlit við kinesiska skipinum "Yi Peng 3", sum er sett í samband við kaðalbrotið í Eystrasalti.
- Vit fara at fylgja kinesiska skipinum, tað er alt eg kann siga, sigur samskiftisleiðarin hjá svensku strandarverjuni Linnea Kappel við blaðið Expressen.
Hon sigur við tíðindastovuna AFP, at strandarsverjan er til staðar við sínum størsta skipi, "KBV001 Poseidon".
Eitt skip frá týsku strandarverjuni er eisini nærhendis kinesiska skipinum.
Svenski ríkisákærin, Henrik Söderman, sum stendur á odda fyri kanningini av illgruna um sabotasju av kaðalunum, hevur ikki viðmerkingar til tíðindastovuna TT um, hví tað nú eru fleiri lond, sum hava eftirlit við "Yi Peng 3".
- Tað er ikki nakað, sum eg havi nakað at siga um beint nú, sigur hann við TT.
Fyri slakari viku síðani varð funnið útav, at tveir datakaðlar í Eystursjónum høvdu fingið skaða.
Annar kaðalin gongur millum Svøríki og Litava, meðan hin gongur millum Finnland og Týskland.
Svenska og finska løgreglan eru farin undir kanningar, skrivar tíðindastovan AFP.
Týsdagin segði týski verjumálaráðharrin, Boris Pistorius, at hann heldur, at skaðarnir á kaðalarnar í Eystrasalti stava frá sabotasju.
- Eingin trýr, at hesir kaðalar eru kliptir av tilvild, segði hann.
Frá svenskari síðu hevur illgruni um sabotasju eisini verið frammi og hevur verið knýttur at innrásini hjá Russlandi í Ukraina.
Ein talsmaður fyri russisku stjórnina lýsti tað sum "láturligt".
Kinesiska skipið "Yi Peng 3" sigldi eftir øllum at døma nærhendis kaðalunum, tá teir fingu skaða.
Uttanríkisráðið í Kina sýtir fyri at hava ábyrgdina av skaddu kaðalunum.
- Kina arbeiðir í løtuni við viðkomandi pørtum, eitt nú Danmark, fyri at varðveita smidligt samskifti gjøgnum diplomatiskar rásir, segði ein talsmaður fyri ráðið fríggjadagin, sambært AFP.
Síðani týsdagin hevur danska verjan fylgt skipinum, sum liggur tómt í Kattegat millum Svøríki og Danmark.
/Ritzau/