Í dag veit svenska ríkissjónvarpið - SVT - at siga, at Svøríki fer at lata Ukraina 16 svenskar milliardir í vápnahjálp.
Svenska krónan er í dag 68,90, og tískil svara 16 svenskar milliardir til stívliga 11 milliardir krónur í okkara peningi.
Hetta er størsti hjálparpakkin, sum Svøríki fer at lata Ukraina, síðan Russland gjørdi innrás í landið fyri stívliga trimum árum síðan.
Tað veit svenska ríkissjónvarpið at siga í dag.
Svenski verjumálaráðharrin, Pål Jonson, sigur, at Russland ger framtøk í krígnum.
- Vit mugu stuðla Ukraina til at broyta hesa gongd, leggur verjumálaráðharrin aftrat í samrøðu við SVT.