Tað besta fyri Føroyar er ein borgarlig stjórn

Mette Frederiksen hevur verið danskur forsætismálaráðharri í 3 ár.

 

Fólkatingsvalið er útskrivað, tí Fólkatingið ikki longur hevur álit á Mette Frederiksen.

 

Hon hevur eisini ført ein púra skeivan politikk.

 

Danski javnaðarflokkurin hevur seinastu 3 árini framt 40 skattahækkingar, sum hava lagt byrðar á privat húski uppá 11 mia. kr.

 

Útrokningar hjá danska Fíggjarmálaráðnum vísa, at politikkurin hjá Mette Frederiksen hevur havt við sær, at 9 út av 10 inntøkubólkum seinastu 3 árini hava fingið verri kor at liva undir.

 

Fyri Føroyar hevur tað stóran týdning, hvør situr sum danskur forsætismálaráðharri.

 

Søguliga hava javnaðarstjórnir í Danmark havt neiliga ávirkan á føroysk viðurskiftir. Tað hevur altíð verið trupult hjá føroyskum myndugleikum at samstarva seg til góð úrslit við javnaðarstjórnir í Danmark.

 

Danski javnaðarflokkurin segði í síni tíð nei til yvirtøku av undirgrundini.

 

Hetta mál loysti borgarliga stjórnin hjá Poul Schlutter í 1992 í tøttum samstarvið við Fólkaflokkin, tá undirgrundin bleiv yvirtikin.

 

Vit minnast eisini hvussu Poul Nyrup Rasmussen fór við Føroyum og føroyingum í 1993 og árini eftir hetta. Poul Nyrup Rasmussen og danski javnaðarflokkurin løgdu vertin í føroyingar, og settu so strong krøv mótvegis Føroyum undir bankakreppuni, at einir 7.000 føroyingar fluttu av landinum.

 

Støðan er tann sama í dag. Mette Frederiksen sigur korta nei, at Íleggingargrunnurin fyri Føroyar verður yvirtikin, hóast hesin grunnur síðan stovnan bara hevur virkað í Føroyum. Allar rentuinntøkur, sum eru goldnar í grunnin, eru goldnar av føroyskum lántakarum.

 

Mette Frederiksen sigur eisini korta nei, at Føroyar kunnu fáa limaskap í altjóða handilsfelagsskapinum WTO.

 

Ein javnaðarstjórn í Danmark er ikki nakað fyri føroyingar. Tað besta fyri Føroyar er ein borgarlig stjórn í Danmark.

 

Hesum vil Fólkaflokkurin virka fyri.

 

Christian Andreasen