Myndir: Katrin T. Hansen

Tað er nógv fólk á ovastevnu í Nólsoy

Bryggjan í Nólsoy var full av fólki, tá Thomas Joensen í dag setti ovastevnu

 

Myndir: Katrin T. Hansen

Ovastevna í Nólsoy er sett, og tað var Thomas Joensen, formaður í nevndini fyri Ovasavnið í Nólsoy, sum setti stevnuna. Aftur í ár setti Havnar Hornorkestur sín serliga dám á løtuna.

 

- Í setanarrøðuni hugleiddi Thomas Joensen eitt nú um bragdið hjá Ova Joensen, sum hevði við sær, at peningur varð savnaður inn til svimjihyl í Nólsoy í næstan 20 ár, soleiðis at ynskið hjá Ova kundi ganga út.

 

Thomas helt fyri, at hóast eingin svimjihylur er í Nólsoy, so er ynski hjá Ova gingið út, tí umstøðurnar nú eru so nógv broyttar, at børn í Nólsoy hava møguleika at læra at svimja í Havn.

 

Hann greiddi frá hugskotinum við Ovasavninum, sum væntandi stendur liðugt í vár. Eitt stórt arbeiðið er lagt í, at hetta savn kann gerast veruleiki. Á savninum kunnu øll læra søguna um Ova og bragd hansara at kenna, síggja bátin Dianu Viktoriu umframt at læra um veður, vind, streym og annað, sum Ove visti so nógv um.

 

Thomas, sum ikki hevur føroyskt sum móðirmál, helt røðuna á føroyskum og við nólsoyadialekt.

 

Hann helt eitt nú fyri, at vit øll eru fyrimyndir fyri onkran, og um døtur hansara skulu læra at tosa føroyskt, so noyðist hann ganga undan.

 

Hann rósti eisini teimum eldsálum í Nólsoy, sum gera stevnuna møguliga og tók eisini undir við teimum, sum nevna Nólsoy "Yes-Island", tí jaliga lyndi og hjálpsemi hevur við sær, at nógv ber til, sum ikki hevði borið til aðrastaðni.

 

Nólsoyingar eru spentir at bjóða øllum føroyingum á ovastevnu.

 

- Stevnuveðrið er gott, tó so at nøkur tiltøk eru flutt inn í tjaldið á bryggjuni. Ternan siglir stevnugestir aftur og fram hvønn tíma allan dagin líka til sunnumorgun klokkan 05.30.

 

Ferðaætlanin hjá Ternuni sæst á www.ssl.fo 

 

Á ovastevnu í dag borðreiða nólsoyingar við spennandi stevnuskrá allan dagin. Her er avgjørt okkurt til øll, bæði stór og smá, ung og eldri.

 

- Vit hava lagt dent á, at nærum alt undirhaldið á stevnuni er ókeypis, og stevnuskráin sæst á www.torshavn.fo og á facebook-vanganum “ovastevna”, siga fyrireikararnir í Nólsoy nú seinnapartin í dag.

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Myndir: Katrin T. Hansen