Teir løgdu nógv fyri á Svangaskarði, har líkindini í kvøld ikki vóru av teimum bestu. Fríska lotið og regnið bóru við sær, at tað var ikki optimalt at spæla fótbólt. Nógv stóð upp á spæl, og bæði skálamenn og toftamenn løgdu øgiliga nógv fyri.
Úrslitið var 1-1, og tað passar skálamonnum betri enn B68. Skála er omanfyri niðurflytingarstrikuna við 19 stigum, meðan B68 er undir niðurflytingarstrikuni við 18 stigum.
Í tveimum teimum síðstu umførunum eru avbjóðingarnar hjá B68 EB/Streymur á heimavølli og NSÍ á útivølli.
Í tveimum teimum síðstu umførunum eru avbjóðingarnar hjá Skála NSÍ á heimavølli og B36 á útivølli.
Bæði málini í kvøld vórðu skorað síðstu fimm minuttirnar undan steðginum. Fimm minuttir undansteðginum var tað Nicolai Møller Dohn, sum við nærra stólpa og við høvdinum setti bóltin í málið eftir innlegg úr høgru frá Maxwell Effiom. Og so var 1-0 til Skála
Klokkan var farin tveir minuttir út um vanligu leiktíðina í fyrra hálvleiki, tá ið B68 javnaði. Jóhan Josephsen sendi við handara stólpa og við høvdinum bóltin í málið. Tað var eftir sending úr høgru frá miðvallaranum Ragnari Samuelsen.
B68 vann seg til níggju hornaspørk, meðan Skála vann seg til fýra hornaspørk, men tað eydnaðist ikki at vinna úrtøku úr støðum og møguleikum í seinna hálvleiki.
Nú fara bæði tey á Toftum og á Skála at fylgja við í morgin og sunnudagin, tá ið dystir vera í næstbestu deildini. Stóri áhugin hjá teimum í B68 og Skála er, hvussu tað verður við uppflytingini. Um tað bara verður ein beinleiðis uppflytari, so fer liðið á níggjunda plássi at fáa eyka møguleika at spæla um pláss í bestu deildini.
At teir næstbestu hjá Víkingi í gjárkvøldið vunnu 4-2 á heimavølli ímóti AB, passaði bæði teimum í B68 og Skála væl. Í morgin hittast FC Hoyvík og FC Suðuroy. Fyri tey bæði í fyrstu deildini, sum tað er trýst á, hevði tað passað best, um FC Suðuroy ikki vinnur fulla úrtøku, og sunnudagin passar tað teimum í B68 og Skála væl, um tað ikki eydnast B71 at vinna í Trongisvági.
B68 – Skála 1-1 (1-1)
0-1: Nicolai Møller Dohn 40.
1-1: Jóhan Josephsen 45.+2.
Dómari: Dagfinn Forná
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ólavsson Jensen, Aron Reinert Hansen, Hjalti Strømsten – Hanus Højgaard, Sebastian Lau Nielsen, Ragnar Samuelsen – Bartal Páll Klein, Brian Jakobsen, Jóhan Josephsen
Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Jákup Jakobsen, Kristian Martin Jakobsen, Djóni Petersen – Emil Rosenberg, Karl Martin Johansen, Nicolai Dohn – Dávid Johansen, Maxwell Effiom, Marjus Nón