Í Friðargonguni vístu vit í felag, og í friði, samkenslu við teimum líðandi í Ukraina, Palestina, Ísrael og øðrum londum, har yvirgangur og kríggj herja. Samtíðis vildu vit við Friðargonguni gera løgting, landsstýri og donsku stjórnina varug við týdningin, at tey meira virksamt enn higartil stuðla vápnahvíld og friðartilgongdum í krígsraktu londunum, umframt at halda aftur við at vápnadubba.
Vónandi kann Friðargongan vera lívgevandi fyri tey mongu óseku fólk - børn, kvinnur og menn - sivil og herfólk - sum líða neyð í kríggi og yvirgangi - og kann vera eitt positivt friðarklípi til at heimsins fólkasløg eru hjartagóð við vina- heldur enn fíggindamyndum.
"Ein verð við fjølmongum vápnum
kann vraka summarið og røddina,
sum titrar og heldur fram,
ella tagnar friðarliga."
##med2##
##med3##
Vegna Føroyingar fyri friði
Henrik Weihe Joensen, fyriskipari