Talið av deyðum í Montenegro veksur

- Myndugleikarnir í Montenegro hava boðað frá landasorg í tríggjar dagar eftir álopið, sum higartil hevur kostað 12 fólkum lívið

Deyðstalið av fólki, sum læt lív í hópskjóting í Montenegro, veksur, og myndugleikarnir vita í morgun at siga, at nú eru 12 fólk deyð eftir álopið.

- Av teimum 12, eru tvey børn, sigur Andrijana Nastic, sum umboðar ákæruvaldið í Montenegro.

 

Sambært løgregluni fór ein maður fór at skjóta og drap fleiri fólk eftir eitt slagsmál á einari ølstovu í býnum, Cetinje.

 

Cetinje liggur umleið tríggjar fjórðingar í einum útnyrðing úr høvuðsstaðnum, Podgorica í Montenegro.

 

Eftir at løgreglan hevði kringsett mannin, skeyt og drap hann seg sjálvan. 

 

- Myndugleikarnir í Montenegro hava boðað frá landasorg í tríggjar dagar eftir álopið, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.

 

##med2##