Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og flestu koma inn at landa í næstu viku.
Øll skipini fiska upsa, men fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski, serliga longu og hýsu.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at partrolararnir hava smáligan fiskiskap. Men, skipini hava okkurt gott hálið inn ímillum.
Eingin av djúpvatnstrolarunum er til fiskiskap í løtuni. Væntandi fer ein avstað í næstum, og ein annar er á beding.
Allir teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju. Veðrið verður skiftandi í næstu viku, so ivasamt er, nær trolbátarnir loysa.
Tvey garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap. Eitt skip fiskar havtasku, og teir hava eisini brúkiligan fiskiskap.
- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.