Tey fundast nú um Ingilín

Dagføring: Landsstýrismálanevndin hevur gjørt av at seta kanningarstjóra at kanna málið um Ingilín Didriksen Strøm

Teir tríggir limirnir í landsstýrismálanevndini, Hans Jacob Thomsen, formaður, úr Javnaðarflokkinum, Hanna Jensen úr Framsókn og Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum eru farin aftur á fund um kæruna um Ingilín Didriksen Strøm, sum hevur elvt til so nógv kjak seinastu dagarnar. 

Tað er Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sum hevur kært hana, tí hon sambært honum hevur sagt ósatt um haldføri hjá Bústøðum.

Landsstýriskvinnan er als ikki samd, og hevur skrivað landsstýrismálanevndini eina drúgva frágreiðing um málið.

Sambært Kringvarpinum, so gongur nevndin nú í tveimum, tí at Bárður á Steig Nielsen heldur fast við støðu sína um, at hon hevur sagt ósatt. Ábendingar eru um, at Hans Jacob Thomsen og ella Hanna Jensen hava broytt støðu.

Tað kann broyta upprunaligu niðurstøðuna, sum var, at landsstýriskvinnan hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum.

Kemur landsstýrismálanevndin til, at hon ikki hevur sagt ósatt, so hendur helst ikki meira í málinum. Um ikki, so kann talan vera um at seta ein kanningarstjóra, og tað kann so taka fleiri mánaðir, til ein niðurstøða kemur. 

Verður niðurstøðan hinvegin, at hon hevur sagt ósatt, so má Ingilín Didriksen Strøm helst frá sum landsstýrisfólk.

Soleiðis kann dagurin í dag gerast ein lagnustund fyri landsstýriskvinnuna.