Tey størru ísfiskalínuskipini eru við at gerast søga

Tað hoyrist sjáldan nakað serligt um tey størru ísfiskalínuskipini longur. Hinvegin hava vit nøkur smærri ísfiskalínuskip, sum hava egningamaskinu, og tey royna at hanga í.

Her liggur Volunteer við góðari last. Hann er eitt av smáu ísfiskalínuskipunum við egningarmaskinu.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at eitt av teimum smærru ísfiskalínuskipunum er til fiskiskap í løtuni.

 

- Teir fáa mest av hýsu og toski og koma helst inn at landa fyrst í næstu viku. 

 

Samstundis, sum fá ísfiskalínuskip eru til fiskiskap, eru ístaðin níggju frystilínuskip úti í løtuni, og øll fiska í føroyskum sjógvi.

 

- Frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, longu og brosmu - og so nakað av øðrum fiskasløgum.

 

Streymurin verður brúkiligur í vikuni, sum kemur, men hann harðnar, sum vikan gongur. Veðrið verður umskiftandi.

 

- Vit rokna ikki við nógvum útróðri, men teir størru bátarnir gera helst onkrar túrar.

 

Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

 

 

 

Her liggur Volunteer við góðari last. Hann er eitt av smáu ísfiskalínuskipunum við egningarmaskinu.