Hóskvøldið 7. desembur verður Fótbóltsgalla 2023, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Tað verður á Hotel Brandan klokkan 20. Sendingin verður beinleiðis á FM1.
Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. Tey tilnevndu til ársins málvejar eru:
Ársins málverji hjá kvinnum:
Abigail Tawiah Mensah (NSÍ)
Óluva A. Joensen (KÍ)
Valborg Østerø (B36)
Ársins málverji hjá monnum:
Ari í H. Petersen (07 Vestur)
Bárður á Reynatrøð (Víkingur)
Mattias Lamhauge (B36)