Hóskvøldið 7. desembur verður Fótbóltsgalla 2023, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Tað verður á Hotel Brandan klokkan 20. Sendingin verður beinleiðis á FM1.
Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. Tey tilnevndu til ársins verjuspælarar eru:
Ársins verjuspælari:
Birita Ryan (KÍ)
Mirjam Huneck (NSÍ)
Tórunn H. Joensen (KÍ)
Ársins verjuspælari:
Odmar Færø (KÍ)
Arnbjørn Svensson (Víkingur)
Atli Gregersen (Víkingur)