Tí stilli eg BARA upp til fólkatingsvalið

Eg vil tryggja, at góða og virðiliga umboðanin, sum Javnaðarflokkinum hevur havt seinastu 11 árini, heldur fram. Tí stilli eg upp til valið mánadagin.


Nógv hava spurt meg, um eg eisini stilli upp til løgtingsvalið - tað geri eg ikki. Tað segði eg eisini til seinasta fólkatingsval, og tað lyftið helt eg. Eg havi valt einans at stilla upp til fólkatingsvalið, tí eg haldi, at tíðin er komin til, at frískt blóð kemur framat á fólkatingi. Tað krevur, at valevnið tekur sessin í álvara - og tað vil eg vísa við hesi avgerð.


Uttanríkispolitikkur verður í stóran mun rikin úr Danmark. Hóast eg ikki haldi hetta vera rætt, er tað í skrivandi stund soleiðis. Tí er tað neyðugt at hava sterka umboðan á fólkatingi, sum er málrættað og semjusøkjandi.


Ein av størstu avbjóðingunum í okkara tíð eru veðurlagsbroytingarnar. Neyðugt er við átøkum, sum fara tvørtur um landamørk. Vit í Føroyum skulu sjálvandi gera okkara, men vit klára tað ikki einsamøll. Ikki tá tað ræður um umhvørvið.


Vit mugu samstarva. Her er mín meining greið: tað skal setast nógv størri ferð á grønu kósina og lond í okkara parti av heiminum skulu áleggjast fleiri skyldur í hesum sambandi. Marknaðurin fer ikki at loysa hesa kreppuna einsamallur. Tað hava vit sæð, og tað síggja vit hvønn dag. 

 

 

 

Sterkir politikarar, ið skilja álvaran, mugu taka ábyrgdina á seg og venda skútuni. Grønar loysnir mugu raðfestast á øllum politisku økjum - nationalt og globalt.


Verði eg vald, lovi eg at arbeiða siðiligt og semjusøkjandi. Hetta merkir kortini ikki, at eg ikki fari at halda aftur við at seta krøv, tá tað er neyðugt. Eg fari at krevja, at allar uttanríkispolitiskar avgerðir, sum viðkoma Føroyum, skulu takast í Føroyum. 


Eg vóni, at tú fert at umhugsa at velja meg sum títt umboð á fólkatingi!    


Barbara Gaardlykke Apol,

 

fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin