Tíðindafundur: Tað verða fleiri broytingar í Norðurmakedónia

Manslandsliðið: Mads B. Mikkelsen er millum spælararnar, ið ikki spæla venjingarlandsdystin

Føroyar spæla í morgin venjingarlandsdyst móti Norðurmakedónia í Skopje. Håkan Ericson, landsliðsvenjari, boðaði á tíðindafundinum frá, at talan verður um upp til sjey broytingar á føroyska liðnum.

 

Einasti spælarin, sum heilt víst ikki spælir, er málskjúttin frá 1-1 javnleikinum móti Moldova, Mads B. Mikkelsen. Hann merkti okkurt í baklærinum og er ikki tøkur. Odmar Færø bleiv skiftur út móti Moldova, men hann er á vøllinum í dag.

 

Á tíðindafundinum bleiv landsliðsvenjarin eisini spurdur um tað verður ein nýggjur málverji, men tað vildi hann ikki geva nakra ábending um. Håkan Ericson segði at høvðusorsøkin til nógvu broytingarnar er, at spælararnir hava verið órógvaðir í uppstartinum.

 

Venjingarlandsdystur millum Norðurmakedónia og Føroyar verður í morgin klokkan 17.