Tíðindi um SMS síggast aftur á partabrævamarknaðinum

Kursurin á íslendska felagnum hækkaði við stíviliga trimum prosentstigum í kjalavørrinum av keypsætlanini hjá Hagar hf.

Bakaríið Mylnan og teir fýra Mylnuhandlarnir eru partir av SMS samtakinum, sum nú er selt til Íslands

Fyrr í dag bórust tíðindini um, at íslendska samtakið, Hagar hf., ætlar at keypa allan partapeningin í P/F SMS, og tað hevur ávirkað partabrævakursin.

 

Hagar er nevniliga skrásett á íslendska partabrævakeypskálanum, og kursurin er harvið hækkaður upp í 88 íslendskar krónur, ið er ein hækking á 2,92 prosentstig. Hetta gevur fyritøkuni eitt marknaðarvirðið á 95 milliardir íslendskar krónur, sum svarar til 4,8 milliardir danskar krónur.

 

Hagar er eitt av størstu samtøkum í Íslandi, ið rekur ymsar handlar og fyritøkur í landinum. Kendastu virkini hjá teimum eru millum annað Bónus og Hagkaup. Umframt handilsvinnu hevur Hagar eisini virksemi innan brennievnissølu, matvørupakking og goymslu- og útbýtistænastu.

 

Felagið varð stovnað í 2003 og hevur yvir 2.500 starvsfólk.

 

##med2##

 

Partabrævakursurin á Hagar hf. seinastu fimm árini

 

Kursurin á partabrøvunum vísir eina stóra hækking seinastu árini. Virðið á partabrøvunum er vaksið umleið 30,4% seinasta árið, og tað er eisini vaksið meira enn 117% seinastu fimm árini.

 

Partabrøvini hava tó víst sveiggj við stutttíðarsveiggjum, sum ofta eyðkennir handilsvinnuna.

 

Bakaríið Mylnan og teir fýra Mylnuhandlarnir eru partir av SMS samtakinum, sum nú er selt til Íslands