Tíggju íverksetarar fingið prógv

Fríggjadagin fingu 10 lesandi, á Glasi handað prógv, sum professiónsbachelor í nýmenning og Íverkseting.

 

Una Joensen, rektari handaði prógvini á samkomu á Glasi. Joel undir Leitinum, nevndarformaður í Globe Tracker, sum var kosin ársins íverksetari í fjør, helt røðu fyri teimum lesandi. Hann vísti á alstóra týdningin, av at hugsa nýtt í føroyska vinnulívinum.

 

Glasir sigur, at fleiri av teimum lesandi hava fingið leiðandi størv í fyritøkunum, sum tey samstarvaðust við, í sambandi við endaligu uppgávuna.

 

Á myndini eru, frá vinstru: Jeanette Lassen, Eir Martinsdóttir Berg, Arosiak Hammer, Beinta Fagraklett, Sveinur Øssur Skaalum Petersen, Turið Gaard Hansen, jákup Vatnhamar Olsen, Pól Jóhannus Smith Jensen og Sólrún Haraldsdóttir. Sóley Kerlok manglar á myndini.