Til gongu úr Gásadali til Viðareiðis

Poul Johan á Torvlaðnum hevur, saman við vinmonnum, gingið úr Gásadali til Viðareiðis, ein teinur á góðar 116 km

Krabbameinsfelagið skrivar, at Poul Johan gekk sama tein í 2023 og í 2024 setti hann sær fyri at savna pening inn til eitt vælgerandi endamál. Túrurin hjá Poul Johan hevur samlað kr. 43.696,- inn í stuðli til Krabbameinsfelagið.

 

Poul Johan greiddi frá at hann hevur mist fleiri í familjuni til krabba, og at krabbamein rakar øll. 

 

- Man hevur sera nógva pínu, tá man gongur ein so langan túr, og man má pressa gjøgnum pínuna fyri at koma á mál, hendan pínan er tó einki í móti pínuni fólk við krabbameini og teirra avvarðandi uppliva.

 

Krabbameinsfelagið takkar so hjartaliga fyri stuðulin og fyri tey, sum hava tikið stig til túrin, tí hann er við til at seta sjóneykuna á, hvussu hart tað kann verða hjá sjúkum og avvarðandi tá krabbameinsjúka rakar.

 

Túrurin tók góðar 27 tímar. 

 

##med2##

 

##med3##