Tilmæli: Eingin veiða eftir nebbasild í 2025

Norski Havgranskingarstovnurin mælir til, at eingin veiða verður eftir nebbasild í norskum sjógvi í ár

Stovnurin av nebbasild í norskum sjógvi er á søguliga lágum støði, og tilmælið hjá havgranskarum er, at eingin veiða verður eftir nebbasild í 2025.

 

Sagt verður, at stovnurin er støðugt minkaður frá tí, at hann var upp á tað mesta í 2020, hóast veiðan eftir nebbasild seinastu tvey árini hevur verið lítil. 

 

Á royndarveiði í desember vístu havfrøðiligar kanningar eisini, at 2024-árgangurin er lítil, eins og søguliga lítið er av nebbasild í norskum sjógvi í Norðsjónum.

 

Norski Havgranskingarstovnurin mælir tískil til, at eingin veiða verður eftir nebbasild í norskum sjógvi í ár.

 

Espen Johnsen, sum er havgranskari, sigur, at fylgt verður leypandi við gongdini hjá nebbasildastovninum, men at skilagott er at hava økini stongd fyri veiði frá byrjan.

 

Meira um hetta kann lesast á hesi leinkju - https://www.kystmagasinet.no/havforskningsinstituttet-havsil-tobis/anbefalt-nullfiske-pa-tobis-i-2025/1893798