Fyrireikingarnar til Ljósfest, sum verður í Vági um vikuskiftið, eru í hæddini.
Í dag kom tjaldið upp at standa. Har verða sølubásar av ymsum slag, umframt at ymsar framførslur eisini vera har fríggjakvøldið.
Leygardagin er m.a. stóra tónleikatiltakið, og pallurin er komin inn á økið, men enn er hann ikki settur upp, men óivað verður hetta í morgin.
Skráin til Ljósfest 2025 sæst her: Ljósfest skráin - Vágs Kommuna