Tjaldur 85 milliónir í avlopi áðrenn skatt

Íløgufelagið Tjaldur hevði 85 mió í avlopi áðrenn skatt í fjør í mun til 134 mió í 2023

 

Úrslitið var sostatt góðar 69 mió eftir skatt samanborið við 119 mió undanfarna ár. Samlaða nettosølan hjá samtakinum var góðar 1,6 mia mótvegis 1,8 mia árið fyri, men hóast lægri sølu, so vaks bruttoúrslitið úr 241 mió upp í 264 mió. Eginpeningurin hjá samtakinum er 619 mió, og skuldin er tilsamans 429 mió. 

 

Felagið rindar 25 mió í vinningsbýti, og størsti partaeigarin í felagnum er Helge Lund umvegis felagið Inkerman AS. Landsstýrið átti fram til 2023 2,8 prosent í felagnum.

 

Tjaldur er næstelsta partafelag í Føroyum, og endamál felagsins er at gera íløgur í ymsum vinnum, og virksemið hjá samtakinum fevnir eitt nú um Føroya Banka og Nema