Tjóðsavnið skal hava nýggjan goymslubygning

Sambært fíggjarlógaruppskotinum fær Tjóðsavnið fimm milliónir til nýggjan goymslubygging næsta ár


Og gongur, sum landsstýrið ætlar, so verða 35 milliónir játtaðar í 2026.

Í fíggjarlógaruppskotinum sæst, at í 2024 vórðu 450 tús. kr. til fyrireikandi arbeiði at gera uppskot um, hvussu nýggj goymsla kann gerast í Brekkutúni 6 í Hoyvík, og harumframt at kanna, um til ber at nýta stóra sanatoriubygningin í Hoydølum til virksemi hjá Tjóðsavninum. 

Hølisviðurskiftini á Tjóðsavninum gerast alsamt meira avbjóðandi.

Í vár varð blámusoppavøkstur staðfestur í goymsluni í Brekkutúni 6 í Hoyvík. Tjóðsavnið er farið undir arbeiðið at reinsa og flyta teir mest viðbreknu gripirnar í fyribils høli. Komandi árini er ætlanin at reinsa og flyta allar gripir úr goymsluni.

Hóast tað ber til at høvuðsumvæla bygningin í Brekkutúni 6, halda Tjóðsavnið og Landsverk, at tað er ein skynsamari loysn at byggja ein nýggjan goymslubygning til endamálið. Í eini nútímans goymslu er býtt upp í sonur, ið hava ymisk luftvætustig. 

Tørvur er á grundgoymslu, fornfrøðiligum goymslum, náttúrufrøðiligum goymslum, umframt ymsum smærri sergoymslum, eitt nú til myndagoymslu og klædnagoymslu. 

Umframt móttøkurúm, sóttarhaldsrúm, verkstovurúm, kølirúm, frystirúm, hitarúm og vátrúm. Neyvari rúmskrá verður gjørd í byggiskránni.

– Játtaðar eru 5 mió kr. til útvegan av grundøki og gerð av byggiskrá í 2025, stendur í fíggjarlógaruppskotinum.

Uppskotið til eina heildarætlan er, vegna braðfeingis støðuna í goymsluni í Brekkutúni, seinkað, men verður væntandi handað landsstýriskvinnuni seint á heysti 2024.