Tjóðveldi fer ikki at fella Ingilín D. Strøm

Tjóðveldi stuðlar avgerðini at seta ein kanningarstjóra

Tað sigur floksleiðsla og aðalstjórn Tjóðveldis í tíðindaskrivi, sum er soljóðandi:

»Floksleiðsla og aðalstjórn Tjóðveldis er samd um at fylgja niðurstøðuni hjá landsstýrismálanevndini at seta ein kanningarstjóra at lýsa málið um landsstýriskvinnuna við Umhvørvismálum.

Landsstýrismálanevndin hevur til uppgávu at gera tilmæli til Løgtingið um embætisførsluna hjá landsstýrisfólkum, og tilmælið frá nevndini er at seta ein kanningarstjóra.

Einans við at virða skipanirnar ber til at byggja upp á álitið á hesar skipanir.«

Tað merkir uttan iva, at Tjóðveldi fer at atkvøða ímóti uppskotinum hjá formonnunum í andstøðuflokkunum um misálit á landsstýriskvinnuna.

Um so verður, so verður ein kanningarstjóri settur at kanna embætisførsluna hjá landsstýriskvinnuni. Kemur hann til ta niðurstøðu, at hon hevur sagt ósatt fyri tinginum, so má hon leggja frá sær. Um hann kemur til aðra niðurstøðu, so hendir ikki meira í málinum.