Fyrrapartin í dag vitjaðu tey á Ráðhúsinum. Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin. Síðani legði heilsu- og umsorganarstjórin hjá Tórshavnar kommunu, Eyðfríð L. Jacobsen, fram. Hon greiddi millum annað frá, hvussu eldraøkið er skipað og hvørjar raðfestingar kommunan ger á hesum økinum.
Grønlendsku gestirnir vitjaðu eftir framløguna í Tilhaldinum í Tórsgøtu og síðani eisini Boðanesheimið, Tjarnargarð og Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin URD.
##med2##
##med3##
##med4##