Miðalprísurin á toski higartil í februar hevur ligið á 75 norskum krónum fyri kilo.
Hóast norska krónan er lág, svara 75 norskar krónur til umleið 48 krónur í okkara peningi, sum er rættiliga góður miðalprísur á toski.
Somu tíð í fjør var miðalprísurin á toski 54 norskar krónur fyri kilo, og hetta svarar til umleið 34 krónur í okkara peningi.
Hetta veit norska ávísin, Kyst og Fjord, at siga, og tað er Norges Råfisklag, sum eigur upplýsingarnar.
- Fyri fiski-og útróðrarmenn merkir hetta øktar inntøkur, sjálvt um kvoturnar á toski eru minkaðar, leggur ávísin aftrat.
Eisini í Føroyum hava fiskaprísirnir verið góðir.
Her hava vit hoyrt um einstakar nøgdir av toski, sum eru seldar á uppboði fyri stívliga 70 krónur fyri kilo.
Og tá hevur talan ikki verið um norskar krónur.
Hinvegin kann stórur munur vera á, hvat ein minni nøgd av fiski fer fyri, og hvør samlaði miðalprísurin er.