Tá tey gjørdu tølini upp fyri ársins fyrstu fimm mánaðir vóru seldir 123 Toyotabilar í Føroyum, og har liggur sølan hjá Reyni Service væl framman fyri næstu kappingarneytarnar, sum eru Waagbilar við Hyundai og Bilasølan við Volkswagen, sum báðir hava selt 101 bil í part.
Næst á listanum kemur Ford við 94 bilum.
Listin við tíggju teimum mest seldu bilmerkjunum í ár sær soleiðis út:
TOYOTA 123
HYUNDAI 101
VOLKSWAGEN 101
FORD 94
VOLVO 81
KIA 76
MERCEDES-BENZ 62
MAZDA 45
CITROEN 42
RENAULT 39
Og listin yvir tíggju tey mest seldu bilmerkini í maimánaði sær soleiðis út:
VOLKSWAGEN 32
TOYOTA 30
FORD 29
KIA 28
VOLVO 22
HYUNDAI 20
HONDA 18
MERCEDES-BENZ 15
AUDI 9
BRENDERUP 8