Toyota seldi flest bilar í fjør

Japanska bilmerkið Toyota var aftur í fjør mest selda bilmerki í Føroyum

Aftur í fjør var Toyota mest seldi bilur í Føroyum. Tað sæst í uppgerðini hjá Akstovuni, sum hevur gjørt støðuna upp um ársskiftið.

Toyota er á odda við 182 seldum bilum – men tað er 72 færri bilar enn í 2023, tá Toyota eisini seldi 254 bilar og var á fremsta plássi.

Nissan er á øðrum plássi við 137, og Volkswagen er á triðja plássi við 133 bilum.

Topp 10 listin yvir mest seldu bilar í fjør sær soleiðis út:

1.    TOYOTA 182 bilar (72 færri enn í 2023)

2.    NISSAN 137 bilar (27 fleiri enn í 2023)

3.    VOLKSWAGEN 133 bilar (70 færri enn í 2023)

4.    HYUNDAI 131 bilar (55 færri enn í 2023)

5.    MG 119 bilar (71 fleiri enn í 2023)

6.    FORD 96 bilar (68 færri enn í 2023)

7.    MERCEDES-BENZ 91 bilar (24 færri enn í 2023)

8.    VOLVO 85 bilar (32 færri enn í 2023)

9.    RENAULT 84 bilar (66 færri enn í 2023)

10.    BRENDERUP 59 vognar

Topp 10 listi yvir mest seldu bilar í desember í 2024 sær soleiðis út:

1.    FORD 26 bilar

2.    MG 23 bilar

3.    HYUNDAI 19 bilar

4.    VOLVO 17 bilar

5.    KIA 14 bilar

6.    TOYOTA 14 bilar

7.    HONDA 9 bilar

8.    VOLKSWAGEN 9 bilar

9.    MERCEDES-BENZ 8 bilar

10.   JAC 7 bilar