Trendurin er battarírikin tól  

Troyttast tú av at hoyra plenuklipparan, sum er drivin við bensini ella el – ella troyttast tú av keðiligu ristingunum, sum kunnu gera, at tú næstan missir kensluna í hondum og ørmum?  

- Uppi í konseptinum eru eisini tólmenni - ella grasrobottar - sum eru forritaðir til tær uppgávur, sum fólk ynskja. Tólmenni veit, nær farast skal út á vøllin at sláa gras. Eitt fantastiskt amboð.

Hvør hevur ikki hoyrt larmin ein góðan summardag, tá grannin slær gras, og hetta ongan enda tykist taka? Tú sigur einki, tí næsta dag er tað kanska tú sjálvur, sum noyðist út við plenuklipparanum. 

 

Hevur tú grasplenu, skal grasið javnan sláast um summarið, tá vøksturin er bestur.

 

Trendurin er, at fossila orkunýtslan skal halda uppat, og tað eru økir í øðrum londum, har tað beinleiðis er forbjóðað at sláa gras við bensinriknum plenuklippara, bæði fyri egna vælveru og fyri umhvørvi.

 

Onkrastaðni eru eisini treytir um, at tú fert ikki út um við einum larmandi plenuklippara eftir ávísa klokkutíð á kvøldi.

 

Í dag, nú battaríini er vorðin so góð, er heldur ikki neyðugt at sláa gras, klippa greinar ella skera trø við amboðum, sum eru rikin við fossilari orku – ei heldur við el-orku, har leidningurin hongur sum ein marra afturút.

 

Keyp Husqvarna

Rasmus Magnussen, sum eigur fyritøkuna, RasMagn, hevur í umleið hálvt triðja ár havt umboð uppá battarírikin Husqvarna-amboð til urtagarðar, runnar og trø, og her eru eisini størri ketusagir, sum kunnu kuta størri trø niður.

 

- Uppi í konseptinum, sum eg umboði, eru eisini tólmenni - ella grasrobottar - sum eru forritaðir til tær uppgávur, sum fólk ynskja. Tólmenni veit, nær farast skal út á vøllin at sláa gras og fólk, sum hava keypt sær hesar, halda, at hetta er eitt fantastiskt amboð.

 

Rasmus Magnussen sigur, at hann eitt nú hevur selt battaríriknar plenuklipparar og sagir til runnar og trø til veitarar, sum taka sær av urtagarðsrøkt, og hann hevur fingið góðar afturmeldingar.

 

- Husqvarna er dygdarmerki og fólk, sum hava hug at vita meira um teir møguleikar, sum her eru við battaríriknum tólum til urtagarðin, eru hjartaliga vælkomin at seta seg í samband við meg á tlf. 211200.

 

Hann leggur aftrat, at til ber eisini at senda teldupost á rasmagn(at)gmail.com 

 

Um lesarar hava hug, kunnu teir eisini leita inn á donsku heimasíðuna – www.husqvarna.dk

 

- Uppi í konseptinum eru eisini tólmenni - ella grasrobottar - sum eru forritaðir til tær uppgávur, sum fólk ynskja. Tólmenni veit, nær farast skal út á vøllin at sláa gras. Eitt fantastiskt amboð.