Tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið í nátt

Løgreglan hevur gjørt ferðkanningar í nátt og verið úti eftir nummarplátum

Nakað eftir midnátt gjørdi løgreglan ferðmátingar á Høvdavegnum í Leirvík. Tað er í bygdum øki úr tunnilsmunnanum á Leirvíkstunlinum móti bygdini.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at tríggir bilførarar vórðu skrivaðir fyri at koyra ávikavist 80 km um tíman, 78 km um tíman og 80 km um tíman. Og tað er so mikið nógv, at tað kostar klipp í koyrikortið umframt eina bót.

– Vit gera stakroyndir við ferðmátingum ymsastaðni kring landið, og tað verður einans gjørt fyri ferðslutrygdina, sigur vakthavandi á politistøðini.

– Vit vilja minna fólk á, at ferðin skal setast niður, tá tú kemur av landsvegi inn í bygd øki.

Í nátt hevur løgreglan eisini tikið okkurt sett av nummarplátum. Tað verður gjørt, har eigarin annaðhvørt ikki hevur rindað veggjald, trygging ella ikki verið til sýn við bilinum.