Fýra partrolarapør eru til fiskiskap, men helst loysa fleiri teir næstu dagarnar.
Av djúpvatnstrolarunum er bara ein frystitrolari til fiskiskap, men væntandi loysir onkur aftrat.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at allir teir smáu trolbátarnir liggja.
Tvey garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiigan fiskiskap.
- Garmaskipini koma inn at landa síðst í vikuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.