Í løtuni eru seks partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og skipini fáa eisini nakað av hjáveiði, serliga longu, hýsu og tosk.
Á Fiskamarknaði Føroya verður sagt, at fiskiskapurin eftir upsa er smáligur. Tað merkir, at upsafiskiskapurin vil ikki roynast.
- Tveir djúpvatnstrolarar eru á ísfiski eftir ávikavist svartkalva og kongafiski. Haraftrat fiskar ein frystitrolari svartkalva í Eysturgrønlandi.
Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at tríggir eru norðanfyri. Teir fáa mest av hýsu og so nakað av toski og flatfiski.
- Væntandi koma allir inn at landa í næstu viku.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku.
- Garnaskipini hava øll brúkiligan fiskiskap og koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.