Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at umdoypa Denalifjall, sum er hægsta fjall í Norðuramerika.
Tað segði Donald Trump í dag á árligu AmericaFest-ráðstevnuni, sum konservativi felagsskapurin Turning Point skipar fyri.
Trump fer í staðin at umdoypa fjallið í Alaska eftir 25. forsetanum í USA, William McKinley, sum varð myrdur í 1901.
Komandi forsetin leggur seg sostatt út í eina navnaósemju, sum hevur vart í fleiri áratíggju.
Fjallið varð alment kallað Mount McKinley, til fyrrverandi forsetin, Barack Obama, umdoypti tað Denali í 2015.
Denali, sum merkir "tann høgi", er navnið, sum upprunafólkið í Alaska gav fjallinum.
Síðani 1975 hevur fjallið alment fingið navnið Denali í statinum Alaska.
Fjallið fekk navnið Mount McKinley í 1896, tá ein gullgravari kannaði økið. Gullgravarin hevði hoyrt, at McKinley var valdur sum forsetavalevni hjá republikanarunum.
William McKinley var forseti í USA frá 1897 til hann doyði í 1901.
- Teir hava tikið navnið á honum frá McKinley-fjallinum. Hann var ein framúr góður forseti, segði Donald Trump í dag.
Trump leggur afturat, at stjórn hansara fer at fáa navnið Mount McKinley aftur, tí eftir Trumps tykki hevur McKinley tað uppiborið.
Sambært heimasíðuni hjá Hvítu Húsunum var tað William McKinley, sum leiddi USA til sigurs í spansk-amerikanska krígnum í 1898. Kríggið hevði við sær, at USA fekk valdið á Filipsoyggjunum, Guam og Puerto Rico, meðan Kuba gjørdist sjálvstøðugt.
Sum forseti hækkaði William McKinley eisini tollin fyri at verja amerikanska ídnaðin.
Tá amerikanska innanríkisráðið í 2015 broytti navnið á fjallinum til Denali, gjørdi deildin millum annað vart við, at McKinley ongantíð hevði vitjað fjallið og ikki hevði nakað serligt søguligt samband við hvørki fjallið ella Alaska.
Fjallið er yvir 20.000 føtur høgt, sum svarar til meira enn 6,1 kilometrar.
Ritzau/Reuters