Trump: Børnini hjá Biden missa verjuna frá Secret Service

Donald Trump sigur, at Hunter Biden og Ashley Biden alt fyri eitt fara at missa verjuna frá Secret Service.

Hunter Biden og Ashley Biden, børn hjá fyrrverandi forsetanum, Joe Biden, verða ikki longur undir vard av Secret Service.

Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, í einum uppslag á sosialu miðlasíðuni Truth Social í kvøld tíð.

Hetta merkir, at teirra vernd steðgar beinanvegin.

- Hunter Biden hevur fingið verju frá Secret Service í eitt longri tíðarskeið. Alt goldið av amerikanska skattgjaldaranum, skrivar Trump.

- Gevið gætur, at við gildi alt fyri eitt fær Hunter Biden ikki longur verju frá Secret Service. Somuleiðis verður Ashley Biden, sum hevur 13 agentar, tikin av listanum, stendur í fráboðanini.

 

/Ritzau/