Lógin er samtykt av amerikansku kongressini og krevur, at kinesiska fyritøkan ByteDance skal selja TikTok í seinasta lagi dagin fyri, at Donald Trump verður settur í starv sum forseti.
Amerikanskir politikarar stúra fyri, at felagið deilir dátur hjá amerikanarum við Kina - ella kanska ger eftirlit møguligt.
Verður appin ikki seld, verður hon bannað við lóg.
Tá Trump seinast var forseti, royndi hann sjálvur at banna TikTok. Tað gjørdi hann við grundgevingini um tjóðartrygdina.
Men hann hevur nú broytt meining. Hann heldur tó framvegis, at dátutrygdin skal vera betri.
Ritzau/AFP