Ferðafólkaflogfarið hjá Azerbaijan Airlines, sum datt niður í Kasakstan mikudagin, varð rakt av skotum frá jørðini og varð útsett fyri elektroniskum kríggi.
Tað segði forsetin í Aserbadjan, Ilham Aliyev, í samrøðu við sjónvarpsstøðina AzTV, sambært almennu russisku tíðindastovuni Tass.
Hann sigur eisini, at Aserbadjan krevur, at Russland tekur ábyrgdina av flogvanlukkuni og at landið rindar endurgjald til ferðafólk og manning og til aserbadjanska statin.
Flogfarið við umleið 70 fólkum umborð datt mikudagin niður nærhendis býnum Aktau, sum liggur við Kaspiska Havið. Í minsta lagi 38 fólk doyðu.
Forsetin leggur dent á, at eingin endalig niðurstøða er um, hvat var orsøkin til flogvanlukkuna, fyrr enn svørtu kassarnir í flogfarinum eru latnir upp.
Men myndugleikarnir hava higartil nóg mikið av upplýsingum til at kunna kortleggja nakað av tí, sum var frammanundan, at flogfarið datt niður.
- Fakta er, at aserbadjanska sivila flogfarið fekk skaða uttanífrá í russiskum øki nærhendis býnum Grozny og næstan misti tamarhaldið.
- Vit vita eisini, at okkara flogfør vórðu gjørd óstýrilig av elektroniskum krígsskipanum. Hetta var fyrsti skaðin, sum flogfarið fekk.
- Harumframt fekk aftari endin á flogfarinum stóran skaða orsakað av skotum frá jørðini, sigur forsetin við AzTV.
Tað var á veg úr høvuðsstaðnum í Aserbadjan, Baku, til Grozny í russiska lýðveldinum Tjetjenia.
Flogfarið var í russiskum loftrúmi, tá tað datt niður. Hetta fekk russiska forsetan, Vladimir Putin, at biðja forsetan í Aserbadjan um umbering leygardagin.
Sambært Tass gjørdi Putin tað í telefonsamrøðu, har hann kallaði flogvanlukkuna fyri "eina syrgiliga hending."
Kreml hevði áður boðað frá, at flogfarið hjá Azerbaijan Airlines hevði roynt at sett seg í Grozny í eini tíð, tá býurin var undir ukrainskum dronuálopum.
- Russisku loftverjuskipanirnar svaraðu hesum álopum aftur, sigur Kreml í eini fráboðan leygardagin.
Fleiri fjølmiðlar hava skrivað, at tað sambært teirra keldum var russiskur antiluftskyts, sum rakti flogfarið úr Aserbadjan. Hvítu Húsini í USA hava eisini boðað frá, at ábendingar eru um, at Russland kann hava ábyrgdina av flogvanlukkuni.
Hetta er tó ikki nakað, sum er staðfest.
/Ritzau/